fbpx

COVID-19 á føroyskum

Fá týdningarmiklastu fráboðanirnar um COVID-19 frá danska heilsustýrinum og donsku stjórnini á føroyskum.

Áheitan frá Sundhedsstyrelsen: Verjið tykkum sjálvi og onnur ímóti korona

Hetta skalt tú vita um korona:

Í løtuni eru vit mitt í einari álvarsligari farsótt. Tí ræður tað um at avmarka vandan fyri at spjaða smittuna. Sundhedsstyrelsen heitir tí øll á at fylgja hesum ráðum.

Um tú ert frísk/ur:

– Slepp tær undan óneyðugt samband og bið onnur vera umhugsni

– Hevur tú verið nær við onkran, ið vísir tekin upp á koronasmittu, skalt tú geva tær eyka far um egin sjúkueyðkenni.

– Ansa eftir tínum nærmastu, og um tey eru í serligum vandabólki, so halt frástøðu.

Um tú hevur sjúkueyðkenni:

– Tá ið sjúkueyðkennini eru burtur, skalt tú vera heima í tvey døgn afturat

– Halt frástøðu til onnur í heiminum og halt teg undir dýnuni, so nógv sum til ber.

– Ver umhugsin við egnum reinføri og reingerðing.

– Fá onnur at hjálpa tær við innkeypi og halt samband gjøgnum telefonina.

– Upplivir tú, at sjúkueyðkennini versna, t.d. at fepurin verður høgur ella tú fært ilt við at anda, skalt tú ringja til læknan.

Verjið tykkum sjálvi fyri at verja onnur.

Sst.dk/corona

Coronasmitte.dk


Danmark verður verandi afturlatið til 13. apríl 2020

Tíðindafundur var í statsministeriet 23.mars 2020 kl. 15.00.

Forsætisráðharri Mette Frederiksen leingir øll koronatiltøk í hesum sambandi til og við 13. apríl 2020.

254 eru innløgd við korona, 55 eru á intensivudeild, og 24 persónar hava latið lív.

Stjórnin velur at varðveita øll tiltøk, ið longu eru sett í verk. Høvuðsuppgávan er at forða fyri, at ov nógv gerast álvarsliga sjúk samstundis, og tí verða tiltøkini longd fram til 13. apríl.

Forsætisráðharri Mette Frederiksen undirstrikar, at tað er týdningarmikið, at vit øll halda leiðbeiningunum og halda frástøðu, sjálvt um tað kann vera ringt um páskirnar. Áheitanin er, at man ikki skal ferðast, heldur ikki innanhýsis í Danmark.

Illa staddar familjur eiga at lata børnini í neyðansing, tí kapasitetur er at ansa børnum og ungum. Tað verður eisini syrgt fyri vallaraheimum, so heimleys eisini eru tryggjað sóttarhald, um tey verða smittað.

Heilsumálaráðharrin sigur, at tað verður arbeitt hart upp á at útbyggja og betra um viðgerðarførleikan. Danmark hevur sett seg í samband við Suður Korea við eini áheitan um at taka ímoti tilboðinum um at keypa kanningarútgerð.

At enda leggur heilsumálaráðharrin dent á, at tey fegin taka ímóti øllum tilboðum um hjálp. Um man ynskir at hjálpa, skal man fara á coronasmitte.dk. Har er ein leinkja til ‘Danmark hjælper Danmark’, sum man kann venda sær til og fáa eina skjóta meting upp á tilboðið um hjálp.


Barnakonur við korona-sjúkueyðkennum skulu kannast áðrenn føðing.

Hósdagin 19. mars kom Sundhedsstyrelsen við nýggjum leiðreglum um, hvussu man skal handfara barnakonur og føðandi kvinnur við korona, teirra maka og nýborna barnið.

Tá føðandi framyvir koma inn á sjúkrahúsið, skulu tær kannast fyri koronavirus.

Vísir kanningin, at barnakonan er smittað, skulu serligar mannagongdir til, har starvsfólkið skal vera í masku og aðrari útgerð. Barnakonan skal eisini vera í masku.

Er illgruni um, at tann føðandi er smittað, verður farið við henni, sum um hon er smittað, til hon fær svar upp á kanningina.

Harafturat er galdandi:

Ein smittaður maki kann ikki vera við til føðingina. Hetta er eisini galdandi við illgruna um smittu.

Ein smittaður maki skal eisini halda seg frá barninum, til viðkomandi ikki hevur víst sjúkueyðkenni í 2 døgn.

Fleiri sjúkrahús mæla eisini til, at tað bara er makin, sum er við undir føðingini fyri at minka um smittuvandan.

Sjálvt um mamman er smittað við COVID-19, veðrur hon ikki atskild frá barninum, uttan so at hon er í hættisligari støðu, ið krevur viðgerð.

Er mamman smittað, men hevur ikki brúk fyri viðgerð, so eru viðmælini, at hon fer heim skjótast gjørligt. Hon fær vegleiðing til at halda eyga við heilsuni hjá barninum.

Smittaðar mammur skulu eisini geva bróst, men tað verður mælt til at vaska bróstið við vatn og sápu áðrenn og at vera í masku. Harafturat eisini at vaska hendur ofta og nýta spritt.

Týdningarmiklar skanningar halda fram, sum m.a. nakkalegd o.tíl.

Væntast kann at føðifyrireikingar kunnu verða avlýstar, og at avtalur við jarðarmóðir verða avgreiddar umvegis telefon. Tó verða tær mest neyðugu vitjaninar og skanningarnar hildnar sum vant, væntandi bert við mammuni við atliti at smittuvanda.

Sjúkrahús taka sær av føðingum sum vant, og tað verður undirstrikað, at man ikki skal vera bangin fyri ikki at sleppa inn og føða – tað sleppur man sjálvandi.


Áheitan til allar borgarar frá Statens Serum Institut

Statens Serum Institut heitir á allar borgarar um at melda seg til Influmeter í stríðnum móti koronavirusinum.

Influmeter byggir á tína sjálvbodna íløgu sum borgari, har tú hvørja viku greðir frá, um tú hevur sjúkueyðkenni, líkamikið um tú hevur verið hjá lækna ella fingið viðgerð.

Øll, ið búgva í Danmark, kunnu vera við í Influmeter – børn, ung, eldri, frísk og sjúk. Tú kanst melda teg sjálva/n ella húsfólkið til, eisini sjálvt um tú ella tey longu hava verið sjúk ella eru vorðin tað. Allir luttakarar veita líka gagnligar upplýsingar, bæði tey sjúku, tey sum hava verið sjúk, og tey sum kanska verða tað. So halt teg ikki aftur, sjálvt um tú ikki heldur teg vera sjúka/n ella longu hevur verið tað.

Deildin fyri infektiónsepidemiologi, Statens Serum Institut, hevur eftirlit við og fyribyrgir smittandi sjúkur í Danmark og rekur Influmeter, ið er ein partur av samlaða sjúkueftirlitinum í sambandi við sjúkueyðkenni hjá krími, beinkrími og COVID-19.

Far til Influmeter á: www.influmeter.dk


Upprit av tíðindafundi í Statsministeriet dagf. 17. mars 2020

Luttakarar: Mette Frederiksen forsætisráðharri, Magnus Heunicke heilsumálaráðharri, Søren Brostrøm stjóri í Sundhedstyrelsen, ein frá uttanríkisráðnum og Torkild Fogde ríkisløgregluovasti.

Forsætisráðharrin leggur út við at strika undir álvaran: 82 eru innløgd, av hesum eru 18 á intensivari deild. Hetta seinna er næstan ein tvífalding upp á eitt døgn. Tað er tí umráðandi, at vit slíta smittuketuna. Tí verður kunnað um nýggj tiltøk, ið eru galdandi frá í morgin 18. mars kl.10 fram til 30. mars:

– Tað er ikki loyvi hjá fleiri enn 10 persónum at savnast, bæði innan- og uttandura, til almenn tiltøk. Hetta verður eisini heitt á til privat tiltøk.

– Handlarnir fáa sett strangari krøv: tað skal vera gott pláss millum fólk, góð frástøða, kundar skulu hava møguleika at vaska hendur – og hetta er bæði galdandi innan- og uttandura.

– Allar innandura ítróttarhallir og tílíkt skulu steingja, t.d. venjingarmiðstøðir, sólmiðstøðir, hárfríðkanarstovur, massørar, tatovørar. Sum heild allar fyritøkur har fólk ko tøttum sambandi. Er ikki galdandi fyri heilsuviðgerðir.

– Náttklubbar, skeinkistøð o.a. skulu steingja.

– Allar sølumiðstøðir, arkadur o.l. skulu steingja – tó ikki matvøruhandlar í sølumiðstøðum.

– Allar matstovur, kaffistovur o.a. skulu steingja – men take away er enn í lagið.

– Allir danir, ið koma heim frá útlondum skulu strika seg av Danskerlisten, um teir eru skrivaðir upp, og fara í sjálvboðið sóttarhald í 14 dagar.

Harumframt løgdu bæði Heunicke, Brorstrøm og Fogde dent á álvaran á støðuni, og at tað er nú, vit skulu fara til verka, um vit vilja náa at lofta avleiðingunum. Eingin kann sleppa sær undan ábyrgd at fylgja tilmælunum hjá heilsumyndugleikunum, tók forsætisráðharrin fram við serligari áheitan til tey ungu.

Sum meginregla mældi forsætisráðharrin til, at um man ivast í, um nakað var heilsuliga ráðiligt, t.d. at eta døgurða við vinfólkum, so skuldi man heldur lata vera.

Forsætisráðharrin takkaði enn einaferð øllum teimum, ið eru partur av tilbúgvingini í samfelagnum.

Harumframt boðaði hon frá um nýggjar hjálparpakkar, bæði til løntakarar, sjálvstøðug og vinnur, ið flokkarnir í fólkatinginum skulu samráðast um í morgin.

Løgreglan verður meira til staðar fyri at ráðgeva og vegleiða borgarar.

Uttanríkisráðið metir, at nakrir danir verða strandaðir uttanlands, men mælir til, at teir finna eitt gott stað at vera. Danmark vil síðan fáa teir heim skjótast gjørligt.


UPPKAST

Danmark er eins og restin av heiminum rakt av koronafarsótt. Tær ymsu stjórnirnar í øðrum lodum hava valt ymsar tilgongdir, men her eru tilmælini, ið eru góð at fylgja, um tú býrt í Danmark.

Tað eru nógvar meiningar um koronavirus í Danmark og á netinum. Sjálvt læknar og aðrir serfrøðingar hava ymisk sjónarmið. Men av tí at eingin heilt veit, hvussu ring sjúkan kann verða, er okkara áheitan, at best er at binda um heilan fingur.

Ráðini her eru skrivað við støði í Q&A (spurningar og svar) hjá DR við Thomas Benfield, professara og yvirlækna á infektiónsmedicinsku deildini á Hvidovre sjúkrahúsi og í ráðunum frá Sundhedstyrelsen um at nýta vit og skil. Í teimum førum har ráðini hjá heilsumyndugleikunum kunnu skiljast upp á fleiri mátar, hava vit valt ein varisligan hátt at skilja svørini.

Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til beinleiðis linjuna á tlf. +45 7020 0233. Gevið gætur! Starvsfólkini á linjuni tosa ikki øll mál, so um neyðugt fá hjálp frá vinum ella familju, ið duga væl danskt ella enskt.

HVAT TÚ SKALT GERA í HESUM DØGUM

Q: Kann eg fara til arbeiðis?

A: Nei, helst ikki. Øll skrivstovufólk skulu vera heima, uttan so tú hevur eitt avgerandi týdningarmikið arbeiði, sum t.d. innan heilsuøki ella hjá løgregluni. Stjórnin hevur heitt á allar arbeiðsgevarar um at geva teirra starvsfólkum heimaarbeiði. Tað er teirra ábyrgd, at hetta er gjørligt – men veit hjálp har tú kanst.

Q: Hvussu nógva tíð kann eg brúka uttanfyri?

A: So lítið sum gjørligt har onnur fólk eru hjá. Tað er í lagið at vera í garðinum ella at renna ein túr. Men lat vera við at sita á mat-, kaffi- ella skeinkistovum.

Q: Kann eg bjóða vinum til døgurða?

A: Best er at lata vera. Um nakar av tykkum hevur sjúkueyðkenni so sum hosta, fepur, nøs ið rennur ella onnur vanlig tekin upp á forkølilsi ella beinkrím, skulu tit heilt sikkurt vera heima.

Q: Skulu míni børn vera heima frá barnagarði, skúla og dagrøkt?

A: Ja. Skúlar og barnagarðar eru stongdir, og tú skalt helst lata børnini vera heima frá dagrøkt, har onnur børn eru, tí børn spjaða smittuna líka nógv sum vaksin, men eru sjáldan sjálvi í vanda. Tað kann vera torført at síggja, um børn eru smittað.

Q: Kann eg vitja míni (gomlu) foreldur?

A: Best er at lata vera. Um tey longu eru sjúk ella veik, skalt tú lata vera. Um bæði tey og tú eru frísk og ikki hava sjúkueyðkenni sum t.d. hosta, fepur, nøs ið rennur ella onnur vanlig tekin upp á forkølilsi ella beinkrím, kunnu tit m.a. møtast uttanfyri fyri at minka um vandan fyri smittu.

Q: Hvat geri eg, um eg havi sjúkueyðkenni, men skal keypa inn fyri foreldrini?

A: Hevur tú sjúkueyðkenni, skalt tú vera heima. Um tú ikki hevur sjúkueyðkenni, kanst tú m.a. seta vørurnar uttanfyri ella í gongina. Tíni foreldur skulu sjálvandi vaska hendurnar væl, um tey hava nortið við nakað, tú hevur nortið við. Eitt virus kann liva í upp til 3 døgn á yvirflatum, tú hevur nortið við.

Q: Kunnu míni (gomlu) foreldur ansa míni smábørn?

A: Best er at lata vera. Um tú, tíni børn ella tíni foreldur hava sjúkueyðkenni, skalt tú lata vera. Børn smitta nógv og kunnu vera sjúk uttan at man sær tað, og tey eldru eru í nógv størri vanda, um tey verða smittað. Tað er best at bíða og gleða seg til tá barnabørn og ommur og abbar kunnu trygt vera saman aftur.

Q: Kann eg fara í handlar at keypa inn?

A: Ja, men ver skjót/ur, nert ikki við ov nógv, royn og ger tá fá fólk eru í handlinum, minst til at spritta hendur, tá tú fert úr handlinum og vaska hendur, tá tú kemur heim.

Q: Kann eg fara á kaffistovur við vinfólki ella bara fyri at sita og arbeiða?

A: Nei, best er at lata vera. Tú veitst ikki hvør hevur verið har áðrenn, og í ongum kaffistovur verður gjørt heilt reint.

Q: Kann eg hitta vinfólk uttanfyri?

A: Ja, tað siga myndugleikarnir beint nú. Men haldið frástøðu og latið vera við at klemmast ella taka í hondina á hvørjum øðrum. Sjálvandi skalt tú sleppa tær undan at hitta nakran, um tú ella tey hava sjúkueyðkenni. Minst til at spritta og vaska hendur, tá tú kemur heim.

Q: Kann eg brúka almenn flutningsfør?

A: Ikki um tú hevur sjúkueyðkenni, sum t.d. hosta ella fepur. Sjálvt um tú ikki hevur sjúkueyðkenni, er best at halda seg burtur frá almennum flutningsførum.

UM SJÚKUNA:

Q: Hjálpir hondspritt ímóti smittu? Hvussu við vanligari hondsápu?

A: Bæði hjálpa. Tað besta er at vaska hendurnar gjølla, tað er betri enn spritt. Vaska hendurnar væl fleiri ferðir um dagin, serliga afaná tú hevur nortið við okkurt ella onkran.

Q: Passar tað, at tað er betri at hosta í albogan?

A: Ja, tú skalt hava nakað fyri munnin, tá tú hostar ella nýsur, eisini um tú ikki heldur teg vera smittaða/n. Um tú ikki nýtir hendurnar til tað, er minni vandi fyri, at tú smittar onnur.

Q: Eru míni børn í vanda?

A: Sum heild eru vit øll í vanda, men tað hava verið sera, sera fáir hættisligir tilburðir við børnum kring heimin, sum vit vita um. Tíbetur klára børn seg væl ígjøngum tílíkar sjúkur, men vaksin kunnu verða rættiliga sjúk, og eldri fólk eru í vanda fyri at doyggja.

Q: Verður latið upp fyri at man kann verða kannað/ur fyri korona?

A: Ikki um tú ert frísk/ur nokk til at vera heima. Tað verður mælt til, at tú ringir til egnan lækna (ikki sjúkrahúsið) við sjúkueyðkennum sum hosta, fepur ella forkølilsi. Sjálvt um tú hevur verið kannað/ur og úrslitið vísir, at tú ikki ert smittað/ur, kanst tú verða smittað/ur beint aftaná, so í Danmark verða bert viðgerðartilburðir kannaðir. Um læknin metir, tær nýtist at verða kannað/ur á sjúkrahúsið, verður man kannað/ur fyri korona.

Q: Hvussu leingi tekur tað, frá tí man er smittað/ur, til man fær sjúkueyðkenni?

A: Tað er øgiliga ymiskt, men tað kunnu ganga heilt upp til 10-12 dagar, har man bæði er smittað/ur og kann smitta onnur – uttan at vita tað.

Q: Hvussu leingi er man sjúkur?

A: Tað veldst um, hvussu álvarsligt tað er. Tey flestu eru sjúk í 3-7 dagar, men nøkur eru sjúk í fleiri vikur. Tað er umráðandi, at avbyrgja seg sjálva/n í øllum tíðarskeiðinum, har man er sjúkur. Grundað á ta vitan, ið er til, verður roknað við, at man ikki longur smittar, tá sjúkueyðkenni hava verið burtur í meira enn 48 tímar.

Q: Hjálpir tað at vera koppsett/ur ímóti beinkrími? A: Tað vita vit ikki, men tað rokna vit ikki við. Men tað hjálpir tær við, at ikki verða smittað/ur tvær ferðir ella at fáa dubultinfektión.


Upprit av tíðindafundi í Statsministeriet dagf. 13. mars, kl. 19.00.

Luttakarar: Mette Frederiksen forsætisráðharri, Jeppe Kofoed uttanríkisráðharri, Nick Hækkerup løgmálaráðharri og Torkild Fogde ríkisløgregluovasti.

Fyrst gav stjórnin ein status upp á støðuna viðv. koronavirusinum í Danmark: 802 eru smittað, 23 eru innløgd, hjá 2 er støðan hættislig. Síðan legði Mette Frederiksen fram nýggjastu tiltøkini viðv. spjaðing av korona í Danmark.

Fyri tað fyrsta steðga sjúkrahúsini nú við allari óneyðugari viðgerð; tað vil t.d. siga, at skurðviðgerðir ella rutinu-kanningar, ið ikki eru bráðneyðugar, verða útsettar.

Fyri tað næsta verður mælt frá allari óneyðugari fráferð til øll lond, og tað verður mælt til at danir, ið eru staddir uttanlands, fara heim; tað vil siga, ikki ferðast úr Danmark, um tað slepst undan, og kom heim skjótast gjørligt, um tú ert uttanlands.

Og fyri tað triðja – og higartil mest víðgongda – er, at frá í morgin, leygardagin 14. mars, kl. 12, letur Danmark síni landamørk aftur til 14. apríl. Tískil verður ikki møguligt hjá útlendingum at ferðast inn í Danmark, hvørki loftvegis, sjóvegis, við toki, bussi ella bili, uttan so tey hava eitt sokallað viðurkenningarvert endamál; tað vil t.d. siga, at tey búgva ella arbeiða, skulu vitja ein bráðsjúkan familjulim ella hava samverurætt við børn í Danmark. Landamørkini verða handhevjaði av løgregluni við hjálp frá verjuni. Stjórnin undirstrikar tó, at vørur, serliga matvørur, framhaldandi sleppa tvørtur um markið ótarnaðar, og at tað ikki koma at mangla matvørur. Harumframt kunnu danskir ríkisborgarar framhaldandi ferðast inn í Danmark. 


Samarbejdspartnere til Mino Danmarks indsats med oversættelse af myndighedernes udmeldinger om covid-19 i Danmark:

Støt minoriteten

Vær med til at skabe flere handlemuligheder for
minoritetsetniske danskere. Tak fordi du vil være med!



Hvert eneste medlemskab og donation styrker Mino Danmarks legitimitet og eksistensberettigelse.

Det gør en forskel og styrker foreningens muligheder for at lykkes med at skabe et lige samfund, uanset etnisk baggrund.

Hvert eneste medlemskab og donation styrker Mino Danmarks legitimitet og eksistensberettigelse.

Det gør en forskel og styrker foreningens muligheder for at lykkes med at skabe et lige samfund, uanset etnisk baggrund.