fbpx

Mørkini lata partvís uppaftur, men tað verður enn mælt frá uttanlandsferðum

https://mino.dk/covid19/foeroyskt/#moerkini-lata-partvis-uppaftur-men-tad-verdur-enn-maelt-fra-uttanlandsferdum

Mørkini lata partvís uppaftur, men tað verður enn mælt frá uttanlandsferðum

Mørkini lata partvís uppaftur, men tað verður enn mælt frá uttanlandsferðum

29/05/2020 / /

Upprit frá tíðindafundi í Statsministeriet fríggjadagin 29. mai 2020

Mælt verður frá øllum uttanlandsferðum til og við 31. august. Ferðir til Noreg, Ísland og Týskland eru undantiknar.

Frá 15. juni letur Danmark mørkini upp aftur fyri vitjandi frá Noregi, Íslandi og Týsklandi. Tó verða nakrar avnarkingar fyri ferðafólk úr hesum londum. M.a. skulu tey gista í minst 6 nætur í Danmark fyri at sleppa at ferðast inn, og tey kunnu ikki gista í høvuðsstaðnum. Stikkprøvar verða eisini tiknir við mørkini.

Fyribils verður markið verandi stongt fyri vitjandi úr Svøríki. Hetta er grundað á øðrvísi háttinum hjá grannalandinum at handfara koronastøðuna.

Eftir summarferiuna verða mørkini til restina av Schengen-londunum latin upp.

Atferðin hjá okkum øllum ger av, hvussu upplatingin av samfelagnum fer at ganga. Hetta er sjálvandi eisini galdandi í mun til, hvussu vit bera okkum at, um vit fara út at ferðast í summar.

Ferðast man til onnur lond, er man í vanda fyri at verða smittaður og taka smittuna við heim. Tí verður mælt frá at ferðast til størri býir. Tað verður eisini mælt til, at man sum ferðandi kunnar seg um lokalu avmarkingarnar ílandinum.

Heilsumyndugleikarnir heita staðiliga á, at man fer í 14 dagar sóttarhald aftaná uppihald uttanlands, eisini um tað snýr seg um ein stuttan túr til Svøríki.

Relaterede nyheder

Smitte|stop-app

10/07/2020
Smitte|stop er ein app, ið hjálpir okkum øllum at steðga smittuspjaðingini av COVID-19 í Danmark. Appin ger tað møguligt at […] Læs mere… Læs mere…

Nýggjar upplýsingar um ferðavegleiðingar hjá Udenrigsministeriet ísv. COVID-19

08/07/2020
Tað er loyvt at ferðast til fleiri lond í EU/Schengen og UK, har Statens Serum Institut metir, at lítil smittuøking […] Læs mere… Læs mere…

Upplatingin av Danmark er á 3. stigi nú

08/06/2020
Frá mánadegnum 8. juni 2020 lata fleiri partar av Danmark upp aftur. Hetta snýr seg um:  Spælihallir, svimjihallir og spæli- […] Læs mere… Læs mere…

Nú kanst tú sjálvur bíleggja tær eina koronakanning – enntá uttan sjúkueyðkenni

19/05/2020
Tað er ikki longur neyðugt við ávising frá lækna at fáa tíð til eina koronakanning. Framyvir skulu allir vaksnir borgarar […] Læs mere… Læs mere…

Stjórnin kunnar um nýggja offensiva strategi fyri kanningar og smittusporing

13/05/2020
Útkast frá tíðindafundi í Statsministeriet, 12.mai 2020 Danmark hevur í seinastuni skrúva nógv upp fyri kanningum av COVID-19 og er […] Læs mere… Læs mere…

Sikkerhedsstyrelsen ávarar ímóti heimagjørdum munnbindum

12/05/2020
Einstøk fólk eru farin at seyma ella binda munndbind. Men heimabundin og seymað munnbind geva falskan tryggleika, ávarar Sikkerhedsstyrelsen. Falski […] Læs mere… Læs mere…

Stig 2 av upplatingini byrjar nú

07/05/2020
Upprit av tíðindafundi 7. mai við forsætisráðharra Mette Frederiksen Danir hava liva eftir vegleiðingunum hjá myndugleikunum um frástøðu, reinføri o.a. […] Læs mere… Læs mere…

Sundhedsstyrelsen broytir allýsingina av ”vandabólkum”

06/05/2020
Eftir at hava arbeitt við einari breiðari allýsing av vandabólkum ísv. COVID-19, hevur Sundhedsstyrelsen nú nágreina, hvørjir bólkar eru í […] Læs mere… Læs mere…

Nú kunnu útvaldir vandabólkar fáa ókeypis koppseting fyri pneumokokkar

04/05/2020
Persónar, ið eru í serligum vanda fyri álvarsliga sjúku vegna smittu av COVID-19, kunnu nú venda sær til egnan lækna […] Læs mere… Læs mere…

Upprit av tíðindafundi við heilsumálaráðharran og heilsumyndugleikarnar, 20. apríl 2020

20/04/2020
Vit eru í fyrsta stigi at lata samfelagið upp aftur. Hetta er bert tí, at vit í Danmark hava fingið […] Læs mere… Læs mere…

Vær med til at sikre
et ligeværdigt Danmark
– for alle!

Sammen styrker vi minoritetsetniske danskeres
muligheder, stemmer og samfundsdeltagelse



Hvert eneste medlemskab og donation styrker Mino Danmarks legitimitet og eksistensberettigelse.

Det gør en forskel og styrker foreningens muligheder for at lykkes med at skabe et lige samfund, uanset etnisk baggrund.

Hvert eneste medlemskab og donation styrker Mino Danmarks legitimitet og eksistensberettigelse.

Det gør en forskel og styrker foreningens muligheder for at lykkes med at skabe et lige samfund, uanset etnisk baggrund.