fbpx

Nýggjar upplýsingar um ferðavegleiðingar hjá Udenrigsministeriet ísv. COVID-19

https://mino.dk/covid19/foeroyskt/#nyggjar-upplysingar-um-ferdavegleidingar-hja-udenrigsministeriet-isv-covid-19

Nýggjar upplýsingar um ferðavegleiðingar hjá Udenrigsministeriet ísv. COVID-19

08/07/2020 / /

Tað er loyvt at ferðast til fleiri lond í EU/Schengen og UK, har Statens Serum Institut metir, at lítil smittuøking er, og har Danir kunnu ferðast inn uttan størri avmarkingar. Fyri tey lond í EU/Schengen og UK, har Statens Serum Institut orsakað av smittugongd flokkar sum ’karantenulond’, er ferðavegleiðingin hjá Udenrigsministeriet enn reyðgul (mælt verður frá øllum óneyðugum ferðum). Ferðavegleiðingin er eisini reyðgul fyri lond í EU/Schengen og UK við munandi innferðaravmkarkingum fyri donsk ferðandi.

Les meira um ferðavegleiðingar hjá Udenrigsministeriets fyri EU- og Schengenlond her.

Harumframt letur Udenrigsministeriet upp fyri ferðum til einstøk lond uttanfyri for EU/Schengen og UK, har EU metir, at smittugongdin er undir ella tað sama sum miðaltalið fyri EU. Ein fortreyt er eisini, at landið ikki hevur innferðaravmarkingar ella karantenukrav fyri donsk ferðandi, og at tann almenna trygdarstøðan í landinum er nøktandi.

Les meira um ferðavegleiðingar hjá Udenrigsministeriets fyri EU- og Schengenlond her.

Fyri lond, har ferðavegleiðingin er gul, heitir Udenrigsministeriet teg á at vera eyka varin, halda teg dagførdan um ferðavegleiðingina í landinum og fylgja serligu ferðaráðunum hjá Udenrigsministeriet til eina tíð við COVID-19. Tað verður eisini mælt til at taka appina Rejseklar niður og melda til Danskerlisten. So fært tú upplýsingar, um broytingar verða í ferðavegleiðingini í tí landi, tú ferðast til.

Tú finnur dagførdar upplýsingar um tey einstøku londini á heimasíðunum hjá donsku ambassadunum. Hetta kann vera upplýsingar um ferðaavmarkingar og onnur tiltøk frá lokalu myndugleikunum fyri at bremsa smittuspjaðingini.

Danmark hevur ikki ambassadur í øllum londum. Nakrar ambassadur fevna um fleiri lond. Tú finnur viðkomandi ambassadu, við at skriva navnið á landinum her

Relaterede nyheder

Smitte|stop-app

10/07/2020
Smitte|stop er ein app, ið hjálpir okkum øllum at steðga smittuspjaðingini av COVID-19 í Danmark. Appin ger tað møguligt at […] Læs mere… Læs mere…

Upplatingin av Danmark er á 3. stigi nú

08/06/2020
Frá mánadegnum 8. juni 2020 lata fleiri partar av Danmark upp aftur. Hetta snýr seg um:  Spælihallir, svimjihallir og spæli- […] Læs mere… Læs mere…

Mørkini lata partvís uppaftur, men tað verður enn mælt frá uttanlandsferðum

29/05/2020
Upprit frá tíðindafundi í Statsministeriet fríggjadagin 29. mai 2020 Mælt verður frá øllum uttanlandsferðum til og við 31. august. Ferðir […] Læs mere… Læs mere…

Nú kanst tú sjálvur bíleggja tær eina koronakanning – enntá uttan sjúkueyðkenni

19/05/2020
Tað er ikki longur neyðugt við ávising frá lækna at fáa tíð til eina koronakanning. Framyvir skulu allir vaksnir borgarar […] Læs mere… Læs mere…

Stjórnin kunnar um nýggja offensiva strategi fyri kanningar og smittusporing

13/05/2020
Útkast frá tíðindafundi í Statsministeriet, 12.mai 2020 Danmark hevur í seinastuni skrúva nógv upp fyri kanningum av COVID-19 og er […] Læs mere… Læs mere…

Sikkerhedsstyrelsen ávarar ímóti heimagjørdum munnbindum

12/05/2020
Einstøk fólk eru farin at seyma ella binda munndbind. Men heimabundin og seymað munnbind geva falskan tryggleika, ávarar Sikkerhedsstyrelsen. Falski […] Læs mere… Læs mere…

Stig 2 av upplatingini byrjar nú

07/05/2020
Upprit av tíðindafundi 7. mai við forsætisráðharra Mette Frederiksen Danir hava liva eftir vegleiðingunum hjá myndugleikunum um frástøðu, reinføri o.a. […] Læs mere… Læs mere…

Sundhedsstyrelsen broytir allýsingina av ”vandabólkum”

06/05/2020
Eftir at hava arbeitt við einari breiðari allýsing av vandabólkum ísv. COVID-19, hevur Sundhedsstyrelsen nú nágreina, hvørjir bólkar eru í […] Læs mere… Læs mere…

Nú kunnu útvaldir vandabólkar fáa ókeypis koppseting fyri pneumokokkar

04/05/2020
Persónar, ið eru í serligum vanda fyri álvarsliga sjúku vegna smittu av COVID-19, kunnu nú venda sær til egnan lækna […] Læs mere… Læs mere…

Upprit av tíðindafundi við heilsumálaráðharran og heilsumyndugleikarnar, 20. apríl 2020

20/04/2020
Vit eru í fyrsta stigi at lata samfelagið upp aftur. Hetta er bert tí, at vit í Danmark hava fingið […] Læs mere… Læs mere…

Vær med til at sikre
et ligeværdigt Danmark
– for alle!

Sammen styrker vi minoritetsetniske danskeres
muligheder, stemmer og samfundsdeltagelse



Hvert eneste medlemskab og donation styrker Mino Danmarks legitimitet og eksistensberettigelse.

Det gør en forskel og styrker foreningens muligheder for at lykkes med at skabe et lige samfund, uanset etnisk baggrund.

Hvert eneste medlemskab og donation styrker Mino Danmarks legitimitet og eksistensberettigelse.

Det gør en forskel og styrker foreningens muligheder for at lykkes med at skabe et lige samfund, uanset etnisk baggrund.