fbpx

Sundhedsstyrelsen broytir allýsingina av ”vandabólkum”

https://mino.dk/covid19/foeroyskt/#sundhedsstyrelsen-broytir-allysingina-av-vandabolkum

Sundhedsstyrelsen broytir allýsingina av ”vandabólkum”

Sundhedsstyrelsen broytir allýsingina av ”vandabólkum”

06/05/2020 / /

Eftir at hava arbeitt við einari breiðari allýsing av vandabólkum ísv. COVID-19, hevur Sundhedsstyrelsen nú nágreina, hvørjir bólkar eru í vanda fyri álvarsligari sjúku við smittu av koronavirusi. 

Tað eru nú 7 vandabólkar:

1.Eldri fólk – alt eftir heilsustøðu 

Higartil vísa royndir av virusinum, at persónar yvir 70, og serliga persónar yvir 80 ár, eru í størstum vanda at gerast álvarsliga sjúk. Persónar 65 og yngri eru í serligum vanda, um tey hava eina ella fleira kroniskar sjúkur. 

Eldri yvir 65 verða so statt ikki longur mett at vera í serligum vanda, um tey annars eru frísk og kropsliga virkin. Hetta merkir eisini, at frískar ommur og abbar sleppa at síggja – og klemma – barnabørnini aftur. 

2.Íbúgvar á røktarheimi

Íbúgvar á røktarheimi eru ofta bæði eldri, hava kroniskar sjúkur og niðursett funktións- og aktivitetsstøði. Hetta hevur alt við sær ein øktan vanda. 

3.Persónar við yvirvekt

Yvirvekt sæst ofta í sambandi við kroniskar sjúkur sum diabetes ella hjartaæðrasjúkur. Serliga persónar við einum BMI yvir 35, ella BMI yvir 30 afturat einari kroniskari sjúku, eru í vanda fyri einari álvarsligaru sjúkugongd við COVID-19. 

4.Persónar við ávísum kroniskum sjúkum

Ikki allar kroniskar sjúkur merkja at man er í serligum vandabólki, serliga um tær fáa góða viðgerð. Her finnur tú listan yvir sjúkunum, ið geva serligan vanda fyri álvarsliga sjúku við COVID-19: 

https://www.sst.dk/da/Udgivelser/2020/Personer-med-oeget-risiko-ved-COVID-19

5.Summi børn við kroniskari sjúku

Summi børn við kroniskari sjúku kunnu vera í øktum vanda ísv. COVID-19. Hetta eru børn, ið longu – óheft av farsóttini – hava serligar fyriskipanir ísv. skúlagongd og ansing. Hesi børn og teirra familjur fáa ráðgeving á sínum vanliga viðgerðarstaði. 

6.Persónar uttan fastan bústað

Persónar uttan fastan bústað hava ofta ringan møguleika fyri at halda gott reinføri ella fyri at halda kropsliga frástøðu til onnur. Hetta hevur við sær øktan smittuvanda. Harafturat líða nógv uttan fastan bústað eisini av kroniskum sjúkum. Hendan samansetingin ger, at tey eru í serligum vanda fyri álvarsligari sjúkugongd. 

7.Barnakonur

Hetta er framvegis út frá meginreglini um at vísa varsemi, tí barnakonur eru sum heild meira smittukvæmar. Tað er ikki prógvað, at barnakonur ella ófødda barnið eru í meira vanda fyri álvarsligari sjúkugongd enn onnur. Tó kemur fyri, at barnakonur, ið verða innlagdar orsakað av COVID-19 í triðja trimestri, skulu eiga gjøgnum keisaraskurð áðrenn tíð. Her fylgja vanligu vandarnir fyri mammu og barn. 

https://www.sst.dk/da/corona/Saerlige-risikogrupper

Relaterede nyheder

Smitte|stop-app

10/07/2020
Smitte|stop er ein app, ið hjálpir okkum øllum at steðga smittuspjaðingini av COVID-19 í Danmark. Appin ger tað møguligt at […] Læs mere… Læs mere…

Nýggjar upplýsingar um ferðavegleiðingar hjá Udenrigsministeriet ísv. COVID-19

08/07/2020
Tað er loyvt at ferðast til fleiri lond í EU/Schengen og UK, har Statens Serum Institut metir, at lítil smittuøking […] Læs mere… Læs mere…

Upplatingin av Danmark er á 3. stigi nú

08/06/2020
Frá mánadegnum 8. juni 2020 lata fleiri partar av Danmark upp aftur. Hetta snýr seg um:  Spælihallir, svimjihallir og spæli- […] Læs mere… Læs mere…

Mørkini lata partvís uppaftur, men tað verður enn mælt frá uttanlandsferðum

29/05/2020
Upprit frá tíðindafundi í Statsministeriet fríggjadagin 29. mai 2020 Mælt verður frá øllum uttanlandsferðum til og við 31. august. Ferðir […] Læs mere… Læs mere…

Nú kanst tú sjálvur bíleggja tær eina koronakanning – enntá uttan sjúkueyðkenni

19/05/2020
Tað er ikki longur neyðugt við ávising frá lækna at fáa tíð til eina koronakanning. Framyvir skulu allir vaksnir borgarar […] Læs mere… Læs mere…

Stjórnin kunnar um nýggja offensiva strategi fyri kanningar og smittusporing

13/05/2020
Útkast frá tíðindafundi í Statsministeriet, 12.mai 2020 Danmark hevur í seinastuni skrúva nógv upp fyri kanningum av COVID-19 og er […] Læs mere… Læs mere…

Sikkerhedsstyrelsen ávarar ímóti heimagjørdum munnbindum

12/05/2020
Einstøk fólk eru farin at seyma ella binda munndbind. Men heimabundin og seymað munnbind geva falskan tryggleika, ávarar Sikkerhedsstyrelsen. Falski […] Læs mere… Læs mere…

Stig 2 av upplatingini byrjar nú

07/05/2020
Upprit av tíðindafundi 7. mai við forsætisráðharra Mette Frederiksen Danir hava liva eftir vegleiðingunum hjá myndugleikunum um frástøðu, reinføri o.a. […] Læs mere… Læs mere…

Nú kunnu útvaldir vandabólkar fáa ókeypis koppseting fyri pneumokokkar

04/05/2020
Persónar, ið eru í serligum vanda fyri álvarsliga sjúku vegna smittu av COVID-19, kunnu nú venda sær til egnan lækna […] Læs mere… Læs mere…

Upprit av tíðindafundi við heilsumálaráðharran og heilsumyndugleikarnar, 20. apríl 2020

20/04/2020
Vit eru í fyrsta stigi at lata samfelagið upp aftur. Hetta er bert tí, at vit í Danmark hava fingið […] Læs mere… Læs mere…

Vær med til at sikre
et ligeværdigt Danmark
– for alle!

Sammen styrker vi minoritetsetniske danskeres
muligheder, stemmer og samfundsdeltagelse



Hvert eneste medlemskab og donation styrker Mino Danmarks legitimitet og eksistensberettigelse.

Det gør en forskel og styrker foreningens muligheder for at lykkes med at skabe et lige samfund, uanset etnisk baggrund.

Hvert eneste medlemskab og donation styrker Mino Danmarks legitimitet og eksistensberettigelse.

Det gør en forskel og styrker foreningens muligheder for at lykkes med at skabe et lige samfund, uanset etnisk baggrund.