https://mino.dk/covid19/foeroyskt/#upprit-av-tidindafundi-i-statsministeriet-dagf-6-april
06/04/2020 /
/Framgongdin er støðug, og tølini ganga rættan veg: 503 eru innløgd, 139 liggja á intensivari deild og 187 eru tíverri deyð.
Síðan vísir forsætisráðharrin á, at virusið fyrst rakar, tá ið 3-4 vikur eru farnar, og tí er tað ørkymlandi, at summi fólk byrja at taka tað ov róliga, t.d. við at gera ætlanir um páskaborðhald.
Av hesi grund kunngerðir forsætisráðharrin ætlanina fyri 1. stigi at lata Danmark upp aftur. Øll punktini í ætlanini eru við teirri treyt, at øll taka ábyrgd og halda fram við at liva eftir tilmælunum hjá myndugleikunum: vaska hendur, halda frástøðu og ikki hittast ov nógv.
1. stig av upplatingini er:
Forsætisráðharrin undirstrikar, at alt hetta er treytað av, at framgongdin støðugt heldur fram – og at vit øll hava eina ábyrgd av, at halda leiðreglurnar.
Harafturat skulu onnur tiltøk útsetast fýra vikur til 10. mai. Hetta snýr seg m.a. um:
Forsætisráðharrin heitir á øll at skilja hetta og sýna tolsemi. Einki er sum áður – og gerandisdagurin kemur ikki í rættlag aftur fyrr enn um fleiri mánaðir.
Harafturat boðar hon frá um nøkur serlig viðurskifti:
Harurmframt endurtekur forsætisráðharrin sína áheitan um, at sýna samfelagsanda, hesu ferð serliga til bankar og stórar leigufyritøkur, ið skulu sýna samhuga – men eisini til borgarar, ið verða bidnir um at stuðla teirra lokalu handlum og virkjum.
Í sambandi við sjálvt heilsuverkið lovar forsætisráðharrin fleiri kanningar fyri at fáa greiðu á, hvussu nógv hava havt korona, eins og tað verður arbeitt hart fyri at heilsustarvsfólkini hava alla ta røttu útgerð, tey hava brúk fyri.
Til síðst staðfestir forsætisráðharrin, at tað mest umráðandi er, at vit øll hjálpa til: tað er upp til hvønn einstakan at gera sína skyldu. Hetta eru treytirnar fyri, at danska samfelagið so smátt kann lata upp aftur.
10/07/2020
Smitte|stop er ein app, ið hjálpir okkum øllum at steðga smittuspjaðingini av COVID-19 í Danmark. Appin ger tað møguligt at […] Læs mere… Læs mere…
08/07/2020
Tað er loyvt at ferðast til fleiri lond í EU/Schengen og UK, har Statens Serum Institut metir, at lítil smittuøking […] Læs mere… Læs mere…
08/06/2020
Frá mánadegnum 8. juni 2020 lata fleiri partar av Danmark upp aftur. Hetta snýr seg um: Spælihallir, svimjihallir og spæli- […] Læs mere… Læs mere…
29/05/2020
Upprit frá tíðindafundi í Statsministeriet fríggjadagin 29. mai 2020 Mælt verður frá øllum uttanlandsferðum til og við 31. august. Ferðir […] Læs mere… Læs mere…
19/05/2020
Tað er ikki longur neyðugt við ávising frá lækna at fáa tíð til eina koronakanning. Framyvir skulu allir vaksnir borgarar […] Læs mere… Læs mere…
13/05/2020
Útkast frá tíðindafundi í Statsministeriet, 12.mai 2020 Danmark hevur í seinastuni skrúva nógv upp fyri kanningum av COVID-19 og er […] Læs mere… Læs mere…
12/05/2020
Einstøk fólk eru farin at seyma ella binda munndbind. Men heimabundin og seymað munnbind geva falskan tryggleika, ávarar Sikkerhedsstyrelsen. Falski […] Læs mere… Læs mere…
07/05/2020
Upprit av tíðindafundi 7. mai við forsætisráðharra Mette Frederiksen Danir hava liva eftir vegleiðingunum hjá myndugleikunum um frástøðu, reinføri o.a. […] Læs mere… Læs mere…
06/05/2020
Eftir at hava arbeitt við einari breiðari allýsing av vandabólkum ísv. COVID-19, hevur Sundhedsstyrelsen nú nágreina, hvørjir bólkar eru í […] Læs mere… Læs mere…
04/05/2020
Persónar, ið eru í serligum vanda fyri álvarsliga sjúku vegna smittu av COVID-19, kunnu nú venda sær til egnan lækna […] Læs mere… Læs mere…
Hvert eneste medlemskab og donation styrker Mino Danmarks legitimitet og eksistensberettigelse.
Det gør en forskel og styrker foreningens muligheder for at lykkes med at skabe et lige samfund, uanset etnisk baggrund.
Hvert eneste medlemskab og donation styrker Mino Danmarks legitimitet og eksistensberettigelse.
Det gør en forskel og styrker foreningens muligheder for at lykkes med at skabe et lige samfund, uanset etnisk baggrund.